Skulu sleppa av við alt á sama staði

Nýggj skipan fyri tómar fløskur, og tóm blikk, er á veg

Øll, sum avreiða tómar fløskur av og á, kenna til trupulleikan av, at tey noyðast í fleiri handlar fyri at sleppa av við fløskurnar, tí handlarnir taka bara tær fløskurnar aftur sum teir sjálvir selja.

 

Hetta er til stórt forargilsi hjá fólki tí tað kann taka rættiliga langa tíð at sleppa av við tómar fløskur. Hetta er ein trupulleiki, skiftandi landsstýri hava roynt og spurningurin er drigin fram við jøvnum millumbili hesi seinastu árini nógvu árini– tó uttan at nakað er hent.

 

Spurningurin er aftur drigin fram nú og í hesum sambandi hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurt landsstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen, um nøkur framstig eru at hóma í hesum sambandi.

 

Hon ivast ikki í, at lættari tað er at sleppa av við tómar fløskur, og annað burturkast, minni av tí endar í náttúruni. Samstundis gera fólk javnan vart við, hvussu tvørligt tað er at sleppa av við tómar fløslur tí tey eru noydd  at renna úr handli í handil fyri at sleppa av við fløskurnar. – Úrslitið er, at antin verða fløskurnar settar uttan fyri fløskumóttøkuna, í øðrum lagi koyrdar á brennistøðina, og í ringasta føri enda tær úti í náttúruni.

 

Tí heldur hon, at tað besta hevði verið at fingið eina brúkaravinarliga skipan, har fólk sleppa av við allar fløskur, øg øll íløt inn á einum stað.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er at endurskoða skipanina, tí skipanin, vit hava, er ikki nóg brúkaravinarlig. Hann sigur, at endamálið er, at tann nýggja skipanin skal vera so einføld sum gjørligtm soleiðis at fólk slepp av við alt á sama stað og samstundis skal tað bera til at sleppa av við tómar fløskur og tóm blikk kring alt landið.

 

Hann sigur, at arbeitt verður við at endurskoða kunngerðina um burturkast og ætlanin er, at ein nýggj skipan skipan fyri at sleppa av við tómar fløskur, og tóm blikk, verður ein partur av tí arbeiðnum. Og hann væntar, at arbeiðið verður liðugt seint í heyst.

 

Annars vísir hann á, at undir skipanini sum er nú, kemur rættiliga nógv av tómum fløskum, og blikkum inn aftur. Tølini fyri í fjør vísa, at 90 prosent av fløskunum sum vóru seldar við panti, vórðu lætnar inn aftur.