Skulu sleppa at hava longri opið um kvøldið

Tað er ein trupulleiki at matstovur og skeinkistøð skulu lata so tíðliga aftur

Nú skal tað bera til hjá matstovum og skeinkistøðum at hava longri opið mitt í viku. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta treytirnar fyri at reka matstovur og gistingarhús, og nú málið er til viðgerar í Vinnunevndini, er tað greitt, at umboðini fyri samgonguna, sum eru Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, taka undir við uppskotinum.

 

Sum reglurnar eru nú, skulu matstovur og skeinkingarstøð, sum eru alment opin, lata aftur á midnátt mitt í viku, ella frá sunnukvøld til hóskvøld. Sostatt er tað bara fríggjakvøld og leygarkvøld at tað ber til at hava longri opið.

 

Men tekur Løgtingið undir við umboðunum hjá samgonguni í Vinnunevndini, skulu tey her eftir sleppa at hava opið til klokkan tvey um náttina, frá sunnukvøld til hóskvøld. Men treytin er kortini, at tað skal vera hvør einstøk kommuna, sum skal geva matstovum og skeinkistøðum í kommununi loyvi til at hava longri opið enn til á midnátt

 

Tey trý umboðini fyri samgonguna í Vinnunevndini siga, at matstovurnar hava ført fram, at tað er ein stórur trupulleiki, at gestir ikki kunnu sita longur enn til á midnátt, serliga í teimum førum, har teir eru komnir seint á matstovuna. Somuleiðis hava kommunurnar víst á, at hetta serliga er ein trupulleiki um summarið, men nú fær hvør einstøk kommuna so størri frælsi at skipa viðurskiftini á hesum øki, sum tær halda hóskar seg best.