Bøndur, sum hava festi frá landinum, skulu sleppa at hava jørðina so leingi teir liva. Tað halda tingmenn úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri. Teir hava nú lagt uppkot fyri Løgtingið um at avtaka aldursmarkið fyri, nær ein bóndi skal verðanoyddur at siga festi frá sær
Annars eru reglurnar tær, at tá ið ein bóndi fyllir 70, skal hann siga jørðina frá sær. Tann lógin hevur ikki verður hildin, men nakað síðani samdust Búnaðarstovan og Fiskimálaráðið um at herða mannagongdina og at gera álvara av hesi regluni. Sostatt skuldu allir festarar, sum eru farnir um 70, fáa boð um at siga jørðina frá sær aftur, og festarar, sum nærkast teimum 70, verða mintir á, at nú er stundin komin at rigga av.
Men tað eru hesir tríggir flokkarnir, Fólkaflokkurin. Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri, ikki samdir í Aldur er bara eitt tal, og sigur einki um førleikarnar hjá einum festara at røkja festið, og tí skulu festarar kunna sita við festinum so leingi, teir er førir fyri at røkja tað, halda teir. Og tí eigur aldursmarkið at verða avtikið, siga flokkarnir.
– Nú at døgum eru fólk nógv longri arbeiðsfør enn fyrr, og almenni politikkurin er eisini, at fólk skulu verða so leingi á arbeiðsmarknaðinum, sum til ber. Aldursmarkið ger tað eisini trupult hjá festarum, sum nærkast teimum 70, at gera íløgur í festið og at brúka pening upp á at røkja tað.
– Festarar eiga at verða javnsettir við privat vinnurekandi, sum ikki hava krav um at avhenda fyritøkuna, tá tey eru 70 ár, siga umboðini fyri teir fýra flokkarnar.










