Skulu sleppa at ferðast ókeypis

- Men ferðafólk skulu rinda meiri

Tað skal vera bíligari hjá fólki á útoyggj at ferðast við Strandferðsluni. Og mánaðirnar á hávetri skal tað vera heilt ókeypis.

Tað er endmálið hjá Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Hann sigur, at serliga á hávetri, eru inntøkurnar hjá Strandferðsluni av ferðaseðlum, rættiliga avmarkaðar.

Á nógvum rutum til og út útoyggjunum, er mangan so lítið fólk við, at tað er ikki ómakin vert at fara runt við ferðseðlamaskinuni, heldur landsstýrismaðurin.

Tí fer hann nú at royna at fáa undirtøku frá løgtinginum til at lækka ferðaseðlaprísin hjá útoyggjafólki, og kanska at gera tað heilt ókeypis at ferðast teir ringastu vetrarmánaðirnar.

Hinvegin heldur hann, at vit eiga eisini at finna eina skipan, har útlendsk ferðafólk so afturfyri rinda eitt meiri fyri at ferðast.

Her hugsar hann mest um siglingina til Fugloyar, Svínoyar og Skúgvi.