Tað eigur at verða loyvt at koyra við píkadekkum longri um várið enn tað er nú. Tað halda tey í Arbeiðsgevarafelagnum.
Landsstýrið ætlar at herða krøvini til vetrardekk, men tey í arbeiðsgevarafelagnum eru ikki heilt samd við tí, tí tey siga, at hetta kann verða rættiliga kostnaðarmikið hjá fyritøkum.
Men fyrst og fremst halda tey, at tíðarskeiðið, har tað er loyvt at koyra við píkadekkum, er ov stutt. Tað er loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30 apríl, men arbeiðsgevararnir halda, at 30. apríl er ov tíðliga at noyðast at taka píkarnar undan.
LES EISINI: Til allar bileigarar: Nú verða nýggj krøv sett til vetrardekkini
– Tað er als ikki óvanligt, at tað er hált í skýmingini, og lýsingini, inn í mai mánað, og tí er tað ov tíðliga at taka píkadekk av bussum og lastbilum longu 30. apríl, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Tískil halda tey, at tað skal vera loyvt at koyra við píkadekkum til 15. mai.
Landsstýrið ætlar, at reglurnar um píkadekk skulu ikki vera galdandi fyri sjúkrabilar, brandbilar, og onnur neyðsendarakfør, men arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at bussar hjá Bygdaleiðum, sum koyra til Gjáar ella Vestmanna og til onnur pláss, har vandi er fyri hálku longur út á árið.
Annars heldur Vinnuhúsið, at tað verður ein dýr søga fyri miðalstórar fyritøkur, at tað verður eitt krav, at bilar, sum hava vetrardekk vetrardekk, skulu hava tað á øllum hjólunum.
Tey siga, at hendan reglan undir ongum umstøðu, verða verða sett í gildi. Tey vísa á, at sum lógin er nú, skulu størri bilar yvir 3500 kilo, hava sama slag dekk á sama aksli. Sostatt kunnu bilarnir hava summardekk framman og vetrardekk aftan.
– Tað hevur alstóran týdning, at hesin møguleikin heldur fram, tí ofta verða vetrardekkini brúkt til tey eru uppslitin í summarhálvuni, og so vera summardekkini sett undir á ein aksil í senn, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tey vísa eisini á, at tað er heilt vanligt, at bussar, og lastbilar, ikki hava somu dekk á øllum akslunum og verður kravið, at tey skulu hava vetrardekk á øllum hjólunum, verður tað ein stór eykaútreiðsla hjá fleiri miðalstórum fyritøkum, siga arbeiðsgevararnir.