Italski ráðharrin í nýskipanarmálum, Umberto Bossi, mælir nú landsins sjóverju til at skjóta við skørpum eftir skipum og bátum, sum koma til Italia við flóttafólkum, sum ætla sær í land uttan at hava neyðug loyvi.
Við blaðið Corriere della Sera sigur ráðharrin, at sjóverjan eigur at skjóta tvey ella trý ávaringarskot fyrst, men er tað ikki nóg mikið til at fáa skip ella bátar til at venda, eiga sjóverjuskipini at nýta kanónirnar. Gera vit ikki tað, sleppa vit ongantíð av við trupulleikan við teimum ólógligu flóttafólkunum, sigur Umberto Bossi við blaðið.
Italskir andstøðupolitikarar og onnur finnast hvassliga at ráðharranum. Tey spyrja millum annað, um ráðharrin er til reiðar at biðja sjóverjuna skjóta eftir kvinnum og børnum. Men tað tykist ikki ávirka Umberto Bossi. Við Corriere della Sera sigur hann, at tey ólógligu flóttafólkini mugu rekast burtur, sama hvørji tey eru.