Skulu sjálvandi ikki hava dupulta løn

Lógin má broytast so landsstýrisfólk, sum koma aftur í tingið bara fáa eina løn, heldur Jenis av Rana

– Málið er sera einfalt at loysa. Viðkomandi landsstýrismaður eigur sjálvandi í tí einstaka førinum at siga aðra lønina frá sær.

 

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá in.fo spyr hann um sína støðu í málinum um, hvørt landsstýrismenn, sum aftur taka sæti á tingi, skulu hava bæði landsstýrismannaløn og tingmannaløn í eitt hálvt ár eftir, at teir eru farnir úr landsstýrinum.

 

– Løgið nokk tykist hetta altíð broytast, sum tit vísa á í blaðnum fríggjadagin, tá tað gerst aktuelt fyri enntá menn, sum áður sjálvir hava skotið upp at broyta tað, sigur Jenis av Rana, sum tí heldur tað verða neyðugt at fáa gjørt eina lógarbroyting, ið loysir hendan trupulleikan.

 

– Og sjálvur ivist eg ikki í, at eitt slíkt uppskot fer at fáa undirtøku í løgtinginum, tí eingin tingmaður við viðrðing fyri samfelagsstøðuni og støðu landskassans kann halda núverandi praksis verða virðiliga ella normala, sigur Jenis av Rana, sum in.fo hitti í New York beint áðrenn hann for heimaftur eftir at hava umboðað løgtingið á ST-aðalfundi.

 

Niðanfyri ber til at lesa viðgerðina av málinum, sum var í Sosialinum fríggjadagin.