Skulu sjálvi skapa eitt virðiligt samfelag

Tíðargrein:

Menniskjað er skapt við evnum og møguleikum at velja, hvussu lívið skal livast, ella sum vit siga í dag, hvussu lívið skal síggja út. Frá fyrndartíð var lívið avmarkað og lítið fjølbroytt. Grundarlagið var at skapa eitt lív fyri at yvirliva. Eitt stað at vera í og mat í munnin, so var nóg mikið. Onkur var sjálvandi sum livdi góða lívið, men fjøldin var bara til. Fólk kendu sítt pláss og mutaðu sjálvdan ímóti.

Við tíðini broytist alt, eisini samfelagið. Lívið, sum á mangan hátt var so ótrúliga kravlítið, er vorðið kravmikið lív í materiellari yvirflóð, sum vit kenna tað í dag. Vit duga illa at ímynda okkum lívið fyrr. Her skal sigast, at broytingin og menningin er neyðug, og er á mangan hátt bæði góð og náttúrlig.

 

Modernaða menniskjað

Við broytingunum er menniskjað eisini broytt. Modernaða menniskjað - sum vit í veruleikanum øll eru - kennir lítið til avmarkingar og minimalitet. Sjálvt um vit liva við sjálvsøgdum avmarkingum, sum eitt lítið samfelag hevur, hava vit skapt eitt gott samfelag, sum gevur okkum møguleikar at liva eitt gott lív, um vit vilja tað.

Sjálvt um nógvar broytingar eru góðar, er sjónligur vandi, ið liggur í modernaða samfelagnum. Frá at góðtaka støðuna sum hon er, eru vit farin at krevja okkara rætt. Vit eru stutt sagt krevjandi. Vit skulu hava eitt lív, sum gevur meining, skulu hava eitt arbeiði, sum gevur prestigu, vera saman við fólki, sum gevur lívinum innihald. Alt hetta skal sjálvsagt vera í vøkrum, dýrum karmi um sosialu veruna, vit eru. Tey flestu liva eisini við einum ynski um kjarnufamiljuna. Vit eru ófør, ella kanska heldur noydd, at prýða hesa glæsiligu mynd - fasadu um vit vilja - við dýrabærari tíð, stíli og yvirflóð.

Hóast alt sær gott út, og vit látast at trívast, skal helst ongin aftur um at hyggja, hvat í roynd og veru rørir seg fyri handan myndina. Ongin nýtist at vita, hvørji vit í veruleikanum eru.

Í ýlandi meldrinum, sum lívið á mangan hátt er vorðið, hvørvur tað serstaka, vit missa okkum burtur, men tað ger minni. Bara tað sær gott út - ikki so?

Originalur

Fyrr varð ofta víst á, tá onkur var ein originalur. Hetta var lýsingin av einum, sum ikki líktist fjøldini. Í dag havi eg góðan hug at spyrja, hvar orginalurin bleiv av. Kenna vit hetta hugtak í dag. Tað tykist sum um, at vit hava eina fjøld av fólki, sum meir ella minni líkjast og vilja líkjast. Eg veit ikki, hvør tekur avger um, hvussu vit skulu vera ella síggja út, men okkurt ger, at tey flestu vilja líkjast. Sjálvt um tað sýnist gott at vera egin, eru fá, sum eru tað.

 

Metropolurin

Sjálvt um oyggjarnar liggja væl huldar og vardar av opna, stóra havinum, og vit landafrøðiliga eru rættiliga avskorin, liva vit mitt í meldrinum og ávirkanini av heiminum uttan um okkum. So løgið tað ljóðar, eru vit mitt í metropolska meldrinum og alheimsgerðini - alt hetta uttan nakran veruligan metropol ella samfelag, sum á nakran hátt kann samanberast við eitt stórbýarsamfelag. Hetta ger, at vit kenna ikki okkara egna veruleika og halda okkum vera tað, vit ikki eru.

Avleiðingin av hesum er eisini, at vit mangan seta ov høg krøv til samfelagið, skapa okkum óveruligar karmar og apaða atferð, sum er tikin úr øðrum mentanum, sum hava heilt aðrar dimensjónir. Sjálvt um tað er móti at vera egin, skapa vit okkum ikki eitt andlit úteftir, men kopiera eitt. Tað er eisini móti at liva eftir tí vit trúgva, men vit eru tó íðin eftir at líkjast øðrum. Hvar eru tey, sum veruliga ganga egnar leiðir, tey sum tora at liva sítt egna lív, sjálvt um øll onnur halda tað vera av leið. Tora fólk í veruleikanum at venda rákinum bakið og skapa sær sjálvum eitt lív, og við hesum eisini skapa eitt serstakt sjálvbjargið samfelag.

 

Njóta friðin

Føroyar eru serstakar, tað eru vit øll á einum máli um. Mentanin er serstøk, og vit duga at vera egin, um vit vilja. Men tá ið vit hava hesar serstøku møguleikar, hví vilja vit so líkjast øllum øðrum. Hetta skapir eisini ómenniskjalig krøv til tey, sum bara fylgja við. Hvør hevur tíð, orku ella pening til hetta lív. Trupulleikin er kanska, at sjálvt um vit ikki hava pengarnar, lána vit teir. Um vit ikki hava orkuna, søkja vit okkum bara hjálp frá fakfólki. Tíðina hava vit ikki, men vit eru farin at tosa um kvalitetstíð.

Tað, vit velja og vilja, hevur altíð avleiðingar, sum vit mugu taka við. Vilja vit rótleyst res og ómenniskjaliga stremban, verður avleiðingin rótloysi og strongd.

Seinastu árini eru bæði nýggj og eldri hugtøk komin á breddan, so sum Life Coach, Personal Trainer, meditatión, hjálp frá sálarfrøðingi, Spiritual Healing. Hetta skal alt brynja okkum at liva modernaða lívið.

Men hvar eru grundleggjandi eginleikarnir, brynjurnar, sum menniskjað frá fyrndartíð varð skapt við. Hvar eru løturnar, tá ið vit bara eru til. Tá vit bara sita og tiga - njóta frið og tøgn. Tá ið vit liva okkum inn í at liva okkara egna lív. Geva okkum tíð at vera saman og gera okkum ómak at skapa eitt virðiligt lív.

Onkur hevur einaferð sagt, at tey, sum hava áhugað í, hvussu onnur líva sítt lív, hava einki lív sjálvi. Rættiliga satt - kanska.

Spanski heimspekingurin Fernando Savater orðar seg soleiðis: “Ikki spyrja onnur, hvat tú skal gera við lív títt. Spyr teg sjálvan.” Ja, eg havi hug at halda, at vit als onga grund hava at apa okkum eftir øðrum, ella lata onnur siga okkum, hvussu vit skulu liva og gera. Vit vita best sjálvi.