Føroyar, Ísland og Grønland skulu samstarva um bjarging á sjónum og í fjøllunum Føroyar, Ísland og Grønland hava ikki nóg nógva orku til skjóta bjarging í einari kreppustøðu, og tí heitir Norðurlandaráðið á íslendsku stjórnina, Føroya landsstýri og grønlendska heimastýrið at samstarva um bjarging á sjónum og í fjøllunum.
Norðurlandaráðið vísir á, at londini hava somu landafrøðiligu viðurskifti, veðurlag og búseting, og at tað tí er natúrligt at samstarva. Harafturat hava øll londini fjøll og nógva sjóferðslu.
Útnorðurráðið vendi sær til Norðurlandaráðið við tilmæli um, at londini áttu at havt eina felags tilbúgving um at bjarga í fjøllum og á sjónum.