Skulu samkynd í Føroyum sleppa at giftast í kirkjunum?

Fyri stuttum varð samtykt í Danmark, at samkynd skulu hava loyvi til at giftast í kirkjunum, og í næstu viku verður hendan lógin sett í verk í Danmark.

 

Tað merkir, at frá í næstu viku sleppa samkynd at giftast í kirkjunum í Danmark. Og tað er júst hetta, sum Ghetto Føroyar í dag fer at snúgva seg um.

Sendingin hjá Rás2 koyrir í dag fyri sættu ferð, og nógv ymisk evni hava verið viðgjørd í sendingini. Í dag skal tað so snúgva seg um hvørt samkynd eisini skulu hava loyvi til at giftast í kirkjunum í Føroyum.

 

Haraftrat verður livandi tónleikur á skránni, og fyrri tímin av sendingini skal eisini snúgva seg um teir føroysku festivalarnir, og um skránna hjá teimum í ár.

 

Ghetto Føroyar byrjar klokkan 15.00, og heldur fram til klokkan 17.00. Á Facebook síðuni hjá sendingini ber til at fylgja við í kjakinum, gera viðmerkingar og síggja myndir frá sendingini.