Skulu rinda minni í kringvarpsgjaldi

Rigmor Dam sigur, at arbeitt verður við at lækka kringvarpsgjaldið hjá summum bólkum av brúkarum

Smærri vinnufyritøkur rinda ov nógv í kringvarpsgjaldi. Tað Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og í Løgtinginum í dag vildi hon hava at vita frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um nakrar ætlanir eru um at lækka gjaldið.

 

Sjálv heldur hon, at tað hevur stóran týdning at gjaldið hjá smærri fyritøkum verður lækkað.

 

Tað er Rigmor Dam ikki ósamd í, og hon sigur, at tað hevur leingi ligið í kortunum, at skipanin við kringvarpsgjaldi skal endurskoðast. Og hon sigur eisini, at eitt ið serliga verður hugsað um í hesum føri, er nettupp  at lækka kringvarpsgjaldið hjá smærri fyriføkum.

 

Eitt annað, sum liggur í kortunum er at lækka kringvarpsgjaldið hjá fyritíðarpensjónistum, so at teir fáa somu sømdir sum pensjónistar, ið rinda hálvt kringvarpsgjald.

 

Hon sigur, at eftir ætlan verða broytingarnar settar í verk á nýggjárinum. Men hon vísir samstundis á, at avleiðingin verður, at Kringvarpið missur inntøkur og tað er ein spurningur, sum eisini skal takast upp.

 

Rigmor Dam sigur, at tilsamans rinda vinnufyritøkur seks – sjey milliónir í kringvarpsgjaldi um árið, men ein stórur partur av tí er frá smærri fyritøkum. Men tað mesta, ein fyritøka kann rinda, er 12.000 krónur um árið, men tað eru bara tær risastóru fyritøkurnar, sum rinda meiri enn 40 milliónir í lønum. Hon leggur afturat, at ein spurningur, sum verður kannaður, er, um loftið kann hækkast.