Skulu rinda meiri fyri sjúk starvsfólk

Landskassin skal spara og tískil skulu arbeiðsgevarar rinda ein størri part

Nú skulu arbeiðsgevarar rinda meiri, tá ið starvsfólk verða sjúk.

 

Eygunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum hevur gjørt eitt uppskot, sum hon fer at leggja fyri Løgtingið nú í heyst. Og eftir tí skulu arbeiðsgevarar hereftir sjálvir rinda fyri fimm teir fyrstu sjúkradagarnar hjá starvsfólki.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at almennu útreiðslurnar skul tálmast og eitt sparitiltak verður at nú skulu arbeiðsgevarar rindar fyri fimm teir fyrstu fráverudagarnar hjá starvsfólki. Higartil hava teir goldið fyri tveir dagar.  í dag er hámarkið fyri dagpening 901 krónur um dagin.

 

Mannagongdin er tann, at hjá tímaløntum rindar Almannaverkið sjúkradagpening beinleiðis til tann sjúka arbeiðstakaran frá fyrsta sjúkradegi men arbeiðsgevarin endurrindar so tí almenna lønina fyri fyrsta og annan sjúkradag. Men frá á nýggjárinum skulu arbeiðsgevarar sostatt endurrinda Almannaverkinum fyri fimm teir fyrstu sjúkradagarnar.

 

Fyri starvsmenn rindar arbeiðsgevarin fulla løn alt sjúkuskeiðið, tað vil siga at arbeiðsgevarin fær onki endurgjald frá landinum.

 

Í øðrum londum rinda Arbeiðsgevarar fyri ímillum 10 og 30 dagar, og munur verður ikki gjørdur á, um talan er um tímalønt ella um fastlønt starvsfólk.

 

Eyðgunn Samuelsen sigur, at verður mett eftir hagtølunum frá 2015, fer hetta at kosta arbeiðsgevaranum 5,4 milliónir krínur, har skipanin, sum nú er, kostar 3,9 milliónir krónur.