HB er fullmannað, soleiðis sæð. Ólavur í Ólavsstovu er tøkur aftur, eftir at hann fór út við heilaskjálvta herfyri, og hevur sitið nakrar dystir uttanfyri. Hann hevur verið einasti leikarin, sum hevur sitið uttanfyri og tískil er HB-liðið rokna at vera fullmannað. Hinvegin er tað einki dulsmál, at Tróndur Vatnhamar er misnøgdur við at vera avsettur, og grundgevingina hann hevur fingið, kann hann ikki góðtaka, segði hann við Sosialin í gjár. Tískil er tað ikki óvæntað, um navn hansara ikki stendur á dómaraseðlinum sunnudagin.
Jákup fór ikki
Tað var undir dystinum mikukvøldið, at misnøgd hansara kom til sjóndar. Tað skrivaðu vit eisini um í hósdagsblaðið okkara. Eitt annað vit skrivaðu var, at Jákup á Borg eisini tóktist at vera misnøgdur. Hann varð útskiftur stutt fyri leiklok, og rýmdi av vøllinum áðrenn dysturin var av, skrivaðu vit. Hetta var tó ikki rætt! Jákup á Borg varð tikin út, men stóð við útskiftaraskýlið til Lars Müller hevði bríkslað dystin av. Vit harmast um mistakið, og biðja lesaran og Jákup á Borg halda okkum til góðar.
Bymar er farin
Ein leikari sum fór beint av vøllinum og niðan í umklæðingarrúmið, eftir at hann varð skiftur út seinasta umfar, er danin Jacob Bymar. Danin var sjónliga misnøgdur, tá hann varð tikin út í sínum seinasta dysti fyri B68. Hann megnaði ongantíð at fáa bóltin í netið, sum hann annars var ætlaður til, og nú er hann so ikki partur av B68-hópinum longur.
Harafturímóti er Jóhan Dávur Højgaard við aftur, eftir at hann spældi 1. deildar fótbólt farna vikuskiftið. Tað kemur væl við á Toftum. Enn betur hevði tað verið, um veteranurin Øssur Hansen gjørdist tøkur. Hetta vóna tey á Toftum, hóast tey úr B68-leguni meta tað at vera ivasamt, um tað letur seg gera.
Tveir sigrar á muni
B68 er uppflytari í deildini, og harvið eisini niðurflytingarkandidatur. HB er topplið og kappast um meistaraheitið. Kortini hevur høvuðsstaðarfelagið bara vunnið tveir fleiri dystir enn uppflytararnir. Henda mun ynskja havnarmenn at økja, meðan uppflytararnir royna at minka um hann.










