Skulu úr skónum í Kastrup

Frá týsdegnum skulu ferðafólk á flogvøllinum í Kastrup ganga í berum sokkum ein part av teininum, tá tey ganga gjøgnum trygdareftirlitið.

Tað er ES, sum hevur tikið avgerð um hesar broytingar.

Ferðafólk, sum hoyra bip-ljóðið, tá tey ganga gjøgnum trygdareftirlitið, verða frá týsdegnum av biðin um at ganga nakrar metrar í ongum skóm á flogvøllinum í Kastrup.

Hetta verður tó bert í teimum førum, tá skógvarnir hjá ferðafólkunum útloysa alarm. Starvsfólkini í trygdareftirlitinum síggja, um alarmurin verður útloystur av onkrum á fótunum ella aðrastaðni á kroppinum.

Tað hevur verið soleiðis, at tá alarmurin fer frá, verður persónurin biðin um at stilla seg á ein skammil, har viðkomandi so verður kropskannaður. Við nýggju reglugerðini sleppa ferðafólk undan hesum, tó bert í teimum førum, har tað eru skógvarnir, ið skulu kannast nærri.

- Tað er ES, sum hevur givið okkum hesi boðini. Sagt verður, at vit skulu kanna skógvar neyvari, enn vit gera nú. Tað er ikki soleiðis, at vit skulu herða trygdina her á flogvøllinum, tí í roynd og veru fáa vit rós frá ES, tá tey hava mett um okkara trygdarstøðið. Men tey siga, at eftirlitið við skóm skal verða betri, av tí at tað er skógvar, ið ofta geva útslag í trygdareftirlitinum. Vit rokna við, at umleið fimm prosent av ferðafólkunum fara at verða biðin um at lata seg úr skónum og ganga gjøgnum eftirlitið einaferð afturat, sigur tíðindaleiðarin á flogvøllinum í Kastrup, Søren Hedegaard Nielsen.