Skulu pensionistarnir gjalda fyri keypið av Atlantsflog?

Samstundis sum kvinnuliga landsstýrisumboð Sambandsfloksins sendur rokning eftir rokning til tey veiku á niðastu samfelagsrókunum, boðar vinnumálaráðharrin úr sama flokki frá ætlanum um møguliga at keypa Atlantsflog.

Týsdagin í farnu viku viðgjørdu vit á Løgtingi uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um tey, ið brúka hoyritól. Kravið var kr. 2000 í egingjaldi fyri hvørt tólið. Hetta førdi sjálvsagt til spurningar, um talan var um byrjandi egingjald á heilsutænastum og spurningar um, hví eitt møguligt egingjald ikki varð inntøkujavnað, soleiðis at tey á ovastu rókum guldu, og tey við lítlum og ongum figgjarmøguleikum vórðu spard.
Undir viðgerðini upplýsti formaðurin í trivnaðarnevndini, at hetta mátti gerast, tí at »fíggjarliga brýtur í bæði borð í landskassanum«.

Eru ikki øll landsstýrisfólk kunnaði um brotini?
Feskasta dømið um, at ikki øll landsstýrisfólk vita um hesar brotasjógvar, frættu vit longu hósdagin, tvs. tveir dagar eftir 1. viðgerðina av lógaruppskotinum um hoyritól. Tá boðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum brádliga í fjølmiðlunum frá, at nú er tíðin komin, at landið antin selur ella kepir Atlantsflog. Og hann boðaði frá, at hann í næstum fer at senda uppskot um hetta í Løgtingið.

Keypa Atlantsflog- fyri hvat?
Ístaðin fyri at leggja árar í sjógv og finna nýggjar inntøkur hava vit ferð eftir ferð sæð, at landsstyrið bert veit um ein veg, tá peningur skal finnast- inn á almanna og heilsuøkið við eykakrøvum.
Tað kann ikki verða so galið, at landsstýrið fer at senda enn eina rokning til hesar somu borgarar, hesaferð fyri eitt flogfelag?
Føroya fólki tørvar eina greiða frágreiðing um, hvussu keypið skal fíggjast.