Skulu nú hava rætt til endurvenjing

Nýggj lóg skal tryggja øllum í arbeiðsførum aldri rætt til endurvenjing, tá ið sjúka ella óhapp, raka

Nú skulu øll ímillum 18 og 66 ár, og sum missa ávísar førleikar av sjúku, ella óhappi, fáa rætt til endurvenjing fyri at vinna førleikarnar aftur.

 

Tað er endamálið við einum uppskoti, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt fyri løgtingið.

 

Í serligum førum kann endurvenjing eisini veitast til tey, sum eru 16-17 ára gomul, tá ið tað er ein liður í at búgva tey til at arbeiða.

 

Endamálið við endurvenjingini er at bera so í bandi, at tað skal bera til at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum eftir eitt bakkast av sjúku ella óhappi. Endamálið er eisini at tey, sum eru fyri bakkasti skulu kunna klára seg, uttan at tey noyðast at fáa hjálp frá almannaverkinum – ella í hvussu so er við minni hjálp enn annars.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at Almannaverkið er farið undir at byggja upp eina endurvenjingartænastu. Ein er í Runavík, sum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, og ein er í Tórshavn, sum fevnir um Suðurstreym. Hesar báðar tænasturnar skulu nú víðkast, soleiðis at tær kunnu náa borgarum úr øllum landinum.

 

Og nú ein endurvengingarlóg verður sett í gildi, fær Almannaverkið eina greiða heimild til at veita fólki í aldrinum frá 18 til 66 ár, endurvenjing, tá ið tørvur er á tí  fyri at venja aftur ein ella fleiri mistar førleikar. Annika Olsen ger tó vart við, at hetta fevnir ikki um um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing.

 

Í endurvenjingini verður dentur lagdur á at menna, og at stuðla fólki til størri sjálvbjargni og sóstatt at geva fólki størri sjálvsavgerðarrætt.

 

- Endamálið við endurvenjingini er at fólk skulu, heilt ella partvíst, endurvinna sama førleika aftur, sum viðkomandi hevði áðrenn óhapp, ella sjúka, rakti.

 

Tey flestu, sum hava havt málið til hoyringar, hava undrast á, at børn og ung ikki eru fevnd av lógini.

 

Men Annika Olsen vísir á, at eftir forsorgarlógini kann Almannaverkið veita endurgjald fyri útreiðslur tá ið lækni vísir til privatar ergo- og fysioterapeutar.  

 

Hon vísir eisini á, at fyri nøkrum árum síðani varð ein roynd gjørd at stovna eina almenna venjingartænastu til børn. Men ætlanin varð slept, og ein orsøk til tað, varð, at privatir terapeutar gjørdu vart við, at skipanin við privatum terapeutum og endurgjaldi, virkaði væl.