Skulu nú hava almennar fundir

Hereftir skulu allir bý- og bygdaráðsfundir hjá øllum kommunum, verða almennir

 

Nú tey nývaldu bý- og bygdaráðini fara undir nýtt valskeið, verða tey flestu av teimum noydd til at venja seg við eina stóra broyting. Og tað er, at frá 1. januar, skulu allir bý og bygdaráðsfundir verða almennir ? eisini teir í Mykinesi og í Saksun.

Sostatt fer almenningurin nú at fáa munandi betri innlit í arbeiðið hjá bý- og bygdaráðunum.

Í nýggju kommunulógini, sum kemur í gildi 1. januar stendur nevniliga klárt og greitt, at kommunustýrisfundir eru almennir.

Hetta stóð eisini í lógini, sum nú fer í gildi. Men har vóru nøkur undantøk. Eitt nú kundu kommunur, har færri enn 1.000 fólk búðu, søkja um at sleppa at hava almennar fundir.

Hilmar Høgenni á Kommunala Eftirlitinum, sigur, at endamálið við hesum var, at smærri kommunur skuldi fáa umstøður til at fyrireika seg til at hava almennar fundir.

?Ætlanin var ongantíð, at tær skuldu halda fram at hava fundir fyri afturlætnum hurðum.

Hilmar Høgenni sigur, at í teirri nýggju lógini, sum kemur í gildið á nýggjárinum, eru hesi undantøkini tikin úr lógini.

Sostatt skulu allir bý- og bygdaráðsfundir nú verða almennir.

Men í serstøkum førum, kann bygdaráðið gera av, at einstøk mál verða viðgjørd fyri stongum hurðum.

Einastu undantøkini frá reglunum um at fundirnir skulu vera almennir, eru mál, har trúnaðarupplýsingar væntandi verða drignir

fam undir málsviðgerðini. Men har trúnaðarupplýsingar bara kunnu væntast at verða drignir fram í einum møguligum kjaki, er ongin orsøk til at hava fund fyri afturlætnum hurðum. Talan kann m.a. vera um mál, har persónligir upplýsingar koma fram.

Annars stendur eisini, at kommunur, har minst 500 fólk búgva, skulu eisini hava borgarstjóra, sum er minst hálva tíð.

Men bara, táið borgarstjórin er fulla tíð, er tað neyðugt hjá honum at leggja tað borgarliga starvið niður ímeðan hann er borgarstjóri.