Um nakrar fáar dagar byrjar arbeiðið at bjarga italska ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum fór á land við italsku oynna Giglio tann 13. januar. 4.229 fólk vóru umborð, tá vanlukkan hendi, og 32 teirra doyðu.
Tað eru amerikanska felagið Titan og tað italska Micoperi, sum skulu taka skipið upp og flyta tað burtur frá oynni. Costa Concordia vigar 44.600 tons og er 290 metrar langt, og arbeiðið at bjarga skipinum er mett at kosta meiri enn 1,7 milliard krónur.
Fólk á Giglio og umhvørvisfólk bera ótta fyri stórari dálking, um bjargingararbeiðið miseydnast, men Silvio Bartolotti, sum stendur fyri arbeiðinum, sigur, at bjargingarfeløgini hava tikið øll fyrivarni, og at eingin vandi er á ferð.










