Føroyska Annika Smith er virkin í donskum politikki. Hon er partur av flokkinum SF og sat eitt skifti sum varafólk í Fólkatinginum.
– Eg havi altíð havt stóran áhuga og fyri einum ári síðani fekk hug at verða við í politiska arbeiðnum og ikki bert umsita politiska loysnir, sigur Annika Smith, sum stillar upp á kommunu- og regiónsvalinum í Danmark.
Hon viðurkennir, at í politikki kunnu fólk stundum verða til reiðar at ofra onnur fyri sjálvi at koma framat.
– Í einum valstríði kann tað verða kapping um plássini, men tað ræður um at minnast til, hvat vit stríðast fyri. Vit skulu ikki stríðast ímóti hvørjum øðrum, men fyri einum størri máli, sigur Annika Smith.
Omanfyri ber til at síggja samrøðu við Anniku Smith.










