Skulu lata nógv meiri í menningarhjálp

- Við tí búskaparligu framgongd, vit hava í Føroyum fyri tíðina, átti einki at verið til hindurs fyri, at Føroyar hækkaðu sína menningahjálp, so hon svaraði til tað, eitt so ríkt land sum okkara eigur at geva.

 

Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður í Miðflokkinum, sum í fyrilestri herfyri, ið ungmannafelagið hjá flokkinum tók stig til, fíltist á, at Føroyar bara lata 0,02 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í menningarhjálp, har sum ST mælir til, at prosentsatsurin er 0,7.

 

- Fylgdu vit tilmælinum frá ST, var okkara menningarhjálp 120 milliónir krónur og ikki bara 3,5 milliónir, sum hon er nú, sigur Bill Justinussen:

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Rás 2 hevði við Bill Justinussen.

 

Meira kann lesast um føroysku menningarhjálpina í Sosialinum, sum kom út í gjárkvøldið, har eisini spurningurin um flóttafólk til Føroya verður viðgjørdur.