Skulu læra børn betri at lesa

Í gjár fingu 30 lesivegleiðarar handað prógv á Føroya Læraraskúla. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava útbúgvið lesivegleiðarar í Føroyum. Tað eru Karolina Matras, lesigranskari og Katrin Næs, málgranskari, ið hava staðið fyri útbúgvingini.

Lesivegleiðararnir skulu skipa eina lesivegleiðing í skúlanum, har ein partur verður at menna, samskipa og eftirmeta lesi- og skriviundirvísingina, siga tey í tíðindaskrivi eftir próvhandanina.

Men tey skulu eisini vegleiða lærarar um innihald, undirvísingarhættir og tilfarsval í sambandi við lesing og skriving, bæði hjá einstøkum næmingum og flokkinum.

Lesivegleiðararnir skulu somuleiðis ráðgeva skúlaleiðarum í spurningum um lesing og skriving og saman við leiðslu og lærarum seta í verk lesiátøk í skúlanum.

Sagt verður eisini, at ein týdningarmikil partur av arbeiðnum hjá lesivegleiðarunum verður at geva gætur eftir einstaka barninum og flokkinum.

Hetta kann eisini gera tað lættari at avdúka trupulleikar og vegleiða lærarum og foreldrum viðvíkjandi møguleikum at arbeiða við hesum.