Skulu kommunur kappast um at lokka fólk til sín

Í dag fara tríggir borgarstjórar at siga sína meining á Rás2

Hvussu kunnu kommunur lokka fleiri fólk til sín? Ella skulu tær yvirhøvur tað?

Hetta er evnið í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru borgarstjórarnir í trimum miðalstórum kommunum, Rósa Samuelsen, í Vága kommunu, Brandur Sandoy í Sands kommunu og Heðin Zachariasen í Sunda kommuna.

 

- Nú eldraøkið er lagt undir kommunurnar, ráða kommunurnar yvir tilsamans næstan 2.000 milliónum krónum um árið til rakstur og íløgur.
 

Ein so stór upphædd skuldi sett gongd á hugflogið hjá bygda- og býráðum kring alt landið fyri at halda fast um sínar borgararnar og kanska eisini at drigið nýggjar borgarar at sær.

 
So er spurningurin, hvussu tað kann gerast, spyr Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum.
 
- Kundi ein hugsa sær, at eitt kommunalar tænastur kundu verið skipaðar øðrvísi fri at fáa pening tøkan til annað virksemi ella fyri at fáa tøkan pening, sum kann koma skattgjaldarunum til góðar
 
- Hvat kunnu kommunur gera fyri at styrkja samleika, mentan, felagslív og ítrótt hjá borgarum í kommununi og ber til at spara pening við at leggja skúlar saman og at samstarva tvørtur um kommunumark

 

- Er stuðul til vinnulig og privat grundøki, felagsøki o.a. infrakervi slept av ringum royndum, spyr verturin. Her hugsar hann um megnar átakið hjá Vágs kommunu við nýggjum langhyli fyri lagaligan kostnað til svimjarar á staðnum og aðrastaðni frá.
 

Skulu kommunur krevja, at løgtingið broytir lógina, so at foreldur kunnu velja um tey vilja hava børnini í ansing, ella um tey vilja ansa børnunum sjálvi og fáa ansingargjaldið útgoldið?