Skulu klára okkum fyri pengarnar

Nýggi Kringvarpsstjórin hevur gjørt sær sínar tankar um, hvat og hvussu broytast skal í kringvarpinum, men fer at bíða við teimum avdúkingunum. Men hann er til reiðar at seta seg við samráðingarborðið, skal tað vera

Týsdagin kunngjørdi stýrið fyri Kringvarpið, at tað hevði sett Dia Midjord í starvið komandi fimm árini.
Undanfarni stjórin, Annika Mittún Jacobsen, valdi at siga seg úr starvið áðrenn fimm ára tíðarskeiðið var runnið, og tí tekur Dia Midjord við starvinum 1. august í ár.
Tað hava verið løtur, tá tað hevur brotið í bæði borð hjá kringvarpsstjóranum, ikki minst tá »Morgunlesturin« var tikin av skrá. Men eisini hevur verið skúmað upp í sambandi við bæði málið um Jógvan Arge og Jón Brian Hvidtfeldt. Men tað hevur so ikki hildið Dia Midjord frá at søkja starvið.
- Kringvarpið er ein týdningarmikil stovnur, kanska tann týdningarmiklasti í landinum við trimum pallum, útvarpi, sjónvarpi og interneti. Talan er um ein so mikið spennandi stovn, og eitt so mikið spennandi starv, at eg helt, eg skuldi bjóða meg fram, sigur Dia Midjord.
Hann hevur sjálvandi gjørt sær sínar tankar um, hvussu ein slíkur stovnur skal stýrast, og hvørjar broytingar hann hevur í kvittanum, tá hann tekur við sum stjóri.
- Nú taki eg ikki við starvinum fyrr enn 1. august, og eg ætli mær eisini at gera ymiskar broytingar, men eg haldi, eg fari at bíða við at boða frá, hvørjar broytingarnar verða, inntil eg havi tosað við leiðslubólkin, so vit í felag kunnu stinga út eina nýggja kós, sigur Dia Midjord.

Skulu raðfesta
Tíðindasendingarnar eru nógv skerdar seinastu tíðina, og eitt nú verður eingin Dagur og Vika í summar, og spurningurin er so, hvat hendir á tí økinum.
- Nú er tað so heppið, at vit júst eru farnir undir summarskránna, og tá hon er av, fara vit undir vetrarskránna aftur. Og tað mugu vit so taka upp til ta tíð.Tað verða uttan iva nakrar broytingar, og Dagur og Vika verður helst sett aftur á skrá, men eg tori ikki her og nú at siga, hvat fer at henda, sigur Dia Midjord.
Lurtarar hava undrað seg um, at bæði Útvarpið hjá Kringvarpinum og Rás2 hava varpað út frá sama dysti, men nýggi stjórin samstarvar fegin, um tað skal vera.
- Nú veit eg ikki, hvussu samstarvið hevur verið, men eg havi einki ímóti at samstarva við Rás2 ella onnur í Føroyum, og eg eri til reiðar at seta meg niður við samráðingarborðið, um tað skal verða, sigur nýggi Kringvarpsstjórin.
Kringvarpið hevur eisini fingið ákoyringar fyri ikki at hava raðfest ítróttin hægri, og serliga eru tað dystirnir hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, ið sjónvarpið ikki hevur sent, sum hevur fingið kritikk. Men hóast nýggi Kringvarpsstjórin er kendur ítróttamaður, skulu hyggjarar og lurtarar ikki vænta, at tað fer at síggjast aftur.
- Nei, tað vænti eg ikki. Eg má raðfesta saman við leiðsluni, hvat fyri tiltøk, vit skulu senda, sigur Dia Midjord.

Mest fyri peningin
Í fráboðanini frá Kringvarpsstýrinum verður sagt, at ein av fremstu uppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at savna starvsfólkið og tað tilfeingið, ið finst á stovninum. Eitt annað, sum nýggi stjórin eisini fer at leggja dent á, er at halda seg innan fíggjarkarmarnar, og at fáa sum mest burtur úr peninginum.
- Kringvarpið hevur 60 milliónir krónur at ráða yvir, og eg haldi, at Kringvarpið slak savna seg um tann peningin og vita, hvussu vit fáa sum mest burtur úr teimum, sigur Dia Midjord.
Nýggi Kringvarpsstjórin er annar av landsliðsvenjarunum í hondbólti hjá monnum, men tað endar, nú hann tekur við nýggja starvinum.
- Eitt er, at stundir ikki verða til hondbóltin, men annað og meira týðandi er, at mær ikki er loyvt sum Kringvarpsstjóri at hava annað starv við síðuna av. Eg má tí fara at boða leiðsluni í Hondbóltssambandinum frá, at teir verða noyddir at finna annan í mítt stað, sigur Dia Midjord.
Sum nevnt tekur Dia Midjord við starvinum sum nýggjur Kringvarpsstjóri 1. august.