Stoffskiftisfelagið skipar fyri almennum fyrilestri um stoffskiftissjúkur á Hotel Føroyum mikukvøldið. Felagið hevur saman við danska systurfelagið fingið tveir serlæknar í endokrinologi at koma á vitjan og at kunna um ymisk sjúkueyðkenni og at umrøða trupulleikarnar við nýggja ?Eltroxininum?.
Eisini fer Amalia Danielsen, lækni á Landssjúkrahúsinum, at greiða frá verkætlanini um kanning av stoffskiftissjúkum í Føroyum.
Sí annars kunning á www.stoffskifti.com
Tiltakið mikukvøldið verður klokkan 19.00.