Skulu kanna hvussu Allende doyði

Stjórnin í Kili hevur gjørt av at seta eina nevnd at kanna, hvat veruliga hendi forsetanum Salvador Allende, tá herurin koyrdi hann frá í 1973. Salvador Allende doyði, tá herurin leyp á og bumbaði forsetaborgina í høvuðsstaðnum Santiago tann 11. september í 1973.

Síðani hevur dúgliga verið gitt, hvussu forsetin doyði. Tey flestu halda, at hann bleiv myrdur, men onnur halda, at hann tók lívið av sær heldur enn at lata herin taka seg.

USA hevði ein virknan lut í hernaðarkvettinum ímóti tí vinstrasinnaða og fólkavalda Allende.