- Tað kann gott vera, at teir vilja koma út við fullari ferð. Men hava verið væl skipaðir í seinastuni, og vit hava megnað at hildið bóltinum longri í egnari røð. Og gera vit tað, so verður trýstið á okkara mál av sær sjálvum væl minni, sigur Jákup Mikkelsen.
- Og tí er tað eisini uppskriftin upp á eitt gott avrik, at vit skulu tora at spæla fótbólt.
Litaviska liðið, sum vit sóu á Tórsvølli í fjør, tóktist ikki megna at leggja eins stórt trýst á, sum teir áður hava gjørt. Er talan kanska ikki um eitt lið, sum er somikið nógv sterkari enn eitt nú føroyska landsliðið?
- Tað veit eg ikki. Men aftur í dystinum á Tórsvølli duga vit eisini væl at koma undan trýstinum. Og móti liðunum her á leið haldi eg, at vit altíð standa eftir við kensluni av, at teir vóru nú ikki so nógv betri. Eisini hóast vit aloftast ikki hava fingið nakað stig burturúr.
Tá tosað verður um stig, so er enn einki komið á føroysku kontina í hesari undankappingini. Umframt Litava, so eru dystirnir í heyst móti nummar eitt og tvey í heiminum og so einum liði, sum í fjør var millum átta tey bestu í heiminum. Tað er kanska fyrst og fremst í dag, at vit skulu droyma um nakað stig?
- Tað er helst einki at ivast í. Skulu vit hava eitt ella nøkur stig, so má tað vera nú. Og eg havi eisini góðar vónir um, at vit kunnu stjala okkum okkurt við av vøllinum, sigur Jákup Mikkelsen.