Heilsurøktarar skulu ikki gera arbeiðið, sum er rakt av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Soleiðis ljóðar áheitanini frá Heilsurøktarafelagnum á limir sínar beint nú.
– Nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri limir sínar á G4 á Landssjúkrahúsinum, á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heita vit á limir okkara um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði, sigur felagið.
Tey siga, at heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, ið starvast á sjúkrahúsunum, skulu serliga ansa eftir, at tey ikki gera annað arbeiði enn tað arbeiði, tey vanliga gera. Sostatt skulu tey lata vera við at taka vaktir fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í verkfalli.
– Vit skulu minna á, at tað er arbeiðsætlanin, ið varð løgd undan verkfallinum, sum er galdandi, sigur Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum