- Eingin hevur áhuga í, at fólk, ið bera brek, verða brúkt sum valagn ella sum fangandi yvirskrift í valstríðnum, har høvuðsendamálið er at selja eina yvirskrift, fyri síðani at fáa persónligar atkvøður.
Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, í eini áheitan á valevnini, nú valstríðið undan kommunuvalinum harðnar alsamt.
Les meira: Fólk ið bera brek vilja ikki brúkast sum valagn
Hon heldur tað vera neyðugt, at valevni seta seg inní, hvør veruliga støðan á teimum ymisku økjunum, og spyrja borgaran, áðrenn einkarrættur verður tikin uppá tað, valevnið heldur vera veruleiki, sigur hon.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Tóru við Keldu greiða nærri frá.