Ein av seks danskarum heldur ikki, at foreldur skulu mussa børn síni á munnin. Tað er niðurstøðan í danskari kanning, sum heimasíðan Samvirke hevur gjørt. Danskur barnasálarfrøðingur sigur tó, at børn kunnu kenna seg avvíst, tá foreldrini ikki vilja mussa tey á munnin. Sálarfrøðingurin heldur eisini, at foreldrini skulu steðga við at mussa børnini á munnin, tá tey eru vorðin tannáringar.
– Hetta kemur bæði óvart á meg og er harmiligt. Tað er natúrligt fyri lítil børn at mussa foreldur síni á munnin. Á tann hátt vísur barnið trúfesti og kærleika, tá tað møguliga ikki dugur at brúka orðini, sigur barnasálarfrøðingur, Ulla Dyrlov, við miðilin Samvirke.
Hon sigur eisini, at børn kunnu kenna seg avvíst, um foreldrini ikki taka ímóti kærleiksjáttanini hjá barninum. Hendan kenslan kann seta seg í børnini, og hon kann koma til sjóndar seinni í lívinum.
Á leið helmingurin av teimum spurdu í kanningini søgdu, at barnið sjálvt skal siga frá, tá tað ikki longur ynskti at verða mussað á munnin.
– Um barnið ikki ynskir at verða mussað á munnin, so skal man lata vera. Soleiðis lærir barnið eisini at siga frá, og tað lærir barnið best, tá foreldrini vísa virðing, sigur hon.
Hon heldur eisini, at um barnið heldur á fram við at mussa foreldrini á munnin, tá tað er vorðið tannáringur, so skulu foreldrini reagera.
– Tað er torført at siga júst nær, men tað er umráðandi at læra børn okkara, at tað er intimt at mussa, og tá ein verður eldri kann tað verða misskilt, sum nakað seksuelt, sum ikki skal vera millum foreldur og børn, sigur sálarfrøðingurin Ulla Dyrlov.