Tað er stórt trot á arbeiðsmegi á næstan øllum økjum í samfelagnum. Arbeiðsloysið í Føroyum er 0,9 prosent, og so lágt hevur tað aldrin verið áður og samstundis og leita virkir og fyritøkur eftir arbeiðsmegi sum aldrin áður.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun vísti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á serliga nú arbeiðsfólk mangla allastaðni, eru tað fleiri pensjónistar, sum vilja arbeiða. Men hjá teimum er tað ein trupulleiki, at tá ið tey arbeiða, missa tey ein part av pensjónini. Tað hevur ofta verið nevnt, at hetta fær nógvar pensjónistar at seta aftur, tí tey fáa ov lítið burtur úr at arbeiða.
Men nú sigur løgmaður, at hendan skipanin skal broytast, soleiðis at arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini. Tað merkir, at tá ið pensjónistar arbeiða, skulu teir ikki missa nakað í pensjón. Bárður á Steig Nielsen heldur, at hetta fer at eggja fleiri pensjónistum til at arbeiða.
Beata L Samuelsen, sum er forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistunum, er eisini virkin í Sambandsflokkinum og hon gjørdi vart við, at hetta er eitt mál, hon tekur fult undir við. Hon sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at tá ið pensjónisaónr arbeiða, missa teir ein part av pensjónini.