Skulu ikki kunna vera sjúk í feriuni

Um tað verður so, sum Sonja Jógvansdóttir vil, so skal eingin kunna vera sjúkur, meðan viðkomandi hevur feriu. Men hendir tað kortini, so skal starfólkið hava nýggja feriu

Um tað verður so, sum Sonja Jógvansdóttir vil, so skal eingin kunna vera sjúkur, meðan viðkomandi hevur feriu. Men hendir tað kortini, so skal starfólkið hava nýggja feriu. Tað skal ongantíð verða starvsfólki, sum »rindar« fyri sjúkradagarnar.

 

Løgtingið fer í morgin at viðgera uppskot frá Sonju Jógvansdóttir um, at sjúka í frítíðini ikki telur við sum frítíð.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at endamálið við lógaruppskotinum er at tryggja, at sjúka í frítíðini ikki telur sum frítíð. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga roknaðir sum frítíðardagar. Tó kann, eftir umsókn, í serligum førum fyri ávísar starvsbólkar undantak verða givið, um sjúka forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt. Slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frítíðardagar verða tá givnir.

 

Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá ið frítíðin byrjar, verða tó altíð latnir eyka frítíðardagar. Somu reglur galda í sambandi við sjúku undir avspáking.

 

– Hetta uppskot ger, at sjúka í frítíð ikki telur sum frítíð. Arbeiðsgevarin skal hava fráboðan, um løntakari gerst sjúkur í frítíðini, og arbeiðsgevarin kann krevja læknaváttan fyri sjúkutíðina. Leggjast skal afturat, at í grannalondunum verður munur ikki gjørdur á, um sjúka uppstendur, áðrenn frítíðin byrjar og ella í sjálvari frítíðini. Sjúka telur ikki sum frítíð, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Men hon veit ikki, hvussu stórar útreiðslur uppskotið fer at hava við sær.

 

– Tað er trupult at áseta nágreiniligan kostnað av einum tílíkum uppskoti, tí óvist er, hvussu nógv gerast sjúk í frítíðini, og hvussu løntakarar fáa endurgjald fyri sjúkuna. Summi fáa løn undir sjúku. Tá heldur arbeiðsgevarin útreiðslurnar. Onnur eru fevnd av dagpeningaskipanini. Tá fellur útreiðslan á Almannaverkið, og kostar tí ikki arbeiðsgevaranum beinleiðis, sigur Sonja Jógvansdóttir.