- Okkara størsta uppgáva verður at tryggja, at øktu inntøkurnar, ikki verða gjarðaðar út aftur í øktum útreiðslum.
Tað staðfesti Anfinn Kallsberg, formaður fólkafloksins og formaður í fíggjarnevndini, á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin-.
Hannv vísti á, at frá 1998 og úteftir, hækkaðu útreiðslurnar hjá landskassanum 200 milliónir um árið í miðal.
- Men í hesi samgonguni hava vit megnað at táttað íaftur, tí frá 2005 til 2006 hækkaðu útreiðslurnar 100 milliónir. Og næsta ár verður vøksturin 150 milliónir, sum landið liggur nú, men takið verður at fáa táttað í, so at vøksturin heldur ikki næsta ár verður meiri enn 100 milliónir.
- Skulu vit fáa sjálvstýrandi búskap, er neyðugt, at inntøkurnar verða størri enn útreiðslurnar.
Bjarni Djurholm vísti á, at í ár vóru útlit til, at hallið á fíggjarlógini fór at verða einar 200 milliónir krónur, men inntøkurnar hjá landskassanum eru hækkaðar so nógv, at alt bendir á, at talan verður um javnvág og næsta ár verður væntandi avlop.
Sostatt eru útlit fyri at gjaldsjavnin fer at javnviga í ár, hóast handilsjavnin vísir eitt hall upp á 800 milliónir.
Næsta ár eru hinvegin útlit til, at avlopið á gjaldsjavnanum verður einar 300 milliónir.