Atlantsflog eigur at hugsa meiri suðuroyingar, tá ið ferðaætlanin verður løgd. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Korona hevur tarnað Atlantsflogi rættiliga illa, tí tað er so lítið av ferðafólki, at grundarlag er ikki fyri at hava so nógvar flogferðir, sum nú. Tí hevur Atlantsflog broytt ferðaætlanina og eitt nú er bara ein túrur bæði leygardag og sunnudag nú í februar og tað mesta av mars mánað.
Men Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrhúsi gav ilt av sær, tí túrarnir leygardag og sunnudag lógu so illa, at tað var ein stórur trupulleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Les meiri her: Hetta er ein stórur trupulleik fyri Suðuroyar Sjúkrahús
Tað fekk Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin, at reisa málið á Løgtingið, har hann spurdi landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við málið.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er ikki er nøktandi, at Atlantsflog ikki hugsar um Suðuroyar Sjúkrahús, og suðuroyingar í síni heild, tá ið ferðaætlanin verður broytt. Men í hesum føri ger hann kortini ikki meiri við málið, tí hann sigur, at støðan er broytt síðani sjúkrahússtjórin gav ilt av sær.
Hann sigur, at ferðaætlanin er lagað eitt sindur til, men samstundis hevur Atlantsflog bjóðað Suðuroyar Sjúkrahúsi at fáa tyrluna at flúgva sunnumorgnar, soleiðis at tyrlan kann koma suður eftir teimum sjúklingum og læknum, sum skulu úr Føroyum við flogfarinum sunnudag.
– Broytingarnar í ferðaætlanini eru galdandi í februar og fram til 20. mars. Hetta merkir, at tað verða trý leygarkvøld, har ferðafólk, sum koma við flogfarinum, ikki sleppa suður við Smyrli sama kvøld, sigur landsstýrismaðurin – og hetta kann Suðuroyar Sjúkrahús liva við.











