Skulu heldur læra seg at tosa saman

Stjórin á Strandferðsluni tekur ikki undir við, at manningarnar á Strandferðsluni skulu gerast til tænastufólk, fyri at sleppa undan verkføllum

Strandferðslan

? Manningarnar á Strandferðsluni skulu ikki gerast til tænastufólk.
Tað heldur stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen.
Sostatt tekur hann ikki undir við tankanum um at gera manningarnar á strandferðsluskipunum til tænastufólk fyri at sleppa undan teimum nógvu verkføllunum, sum javnan leggja siglina hjá Strandferðslnui lamna.
Serliga hevur Suðuroyggin verið hart rakt av verkføllum. Smyril er bundin at ikki færri enn fimm fakfeløgum: Skipara- og navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Tað eru arbeiðarafeløgini, sum hava menninar, ið binda og loysa Smyril í Havn og á Drelnesi.
? Sostatt er Smyril ofta raktur av verkføllum. Og hesi verkføllini raka suðuroyingar serliga hart, tí hetta er eisini tann longsta siglingarleiðin til meginøkið.
Tí hava politikarar, vinnulív, ferðavinna, frítíðarfeløg og einstaklingar í fleiri ár tosað um at finna eina skipan, sum forðar fyri, at skipini verða rakt av verkfalli.
Og tann skipanin, sum oftast hevur verið nevnd, er at gera manningarnar til tænastufólk, tí hava tey ikki loyvi til at fara í verkfall.

Fær ikki trupulleikar at hvørva
Men á evnisdegnum um samferðslu í Suðuroy seinasta leygardag, segði stjórin á Strandferðsluni, at hann tók ikki undir við hesum tankanum.
Hann var púra samdur um, at tað líktust ongum, at siglingin hjá Strandferðsluni so oftani er rakt av verkfalli.
?Hetta kenna tey ikki til í øðrum londum um okkara leiðir og tað eigur heldur ikki at koma fyri í Føroyum, segði hann.
? Vit síggja tað ikki aðrastaðni og tað eigur heldur ikki at koma fyri í Føroyum, at lívæðrin til heilar landspartar, verður kvett av.
Men hann meinti ikki, at ein tænastumannalíknandi skipan fór at loysa trupulleikarnar.
? Ósemjur og frustratiónir hvørva ikki fyri tað, um manningin verður tænastufólk.
Hann sigur, at verða fólkini gjørd til tænastufólk, verður støðan tvørturímóti læst føst og tað er sera trupult at gera broytingar. Samtundis kann tað verða truplari at loysa ósemjur, tí ongin fær gjhørt nakað serligt.
? Og ein tænastumannalíknandi skipan, ger so ikki í sjálvum sær, at trivnaðurin ímillum partarnar, verður betri.
Hinvegin heldur hann, at partarnir, sum samráðast, eiga heldur at læra seg at tosa betri saman.
? Tað, at samráðast, er ein førleiki, sum alt annað og eg haldi, at hetta er ein førleiki, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at læra seg betri.
Men nakra patentloysn, hevur stjórin á Strandferðsluni kortini ikki.