Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, er í hesum døgum á fundi við skúlastjórar og skúlaleiðarar kring landið. Endamálið er at viðgera ætlaðu broytingarnar á miðnámsskúlunum, eitt nú hvussu teir nýggju miðnámsdeplarnir skulu tilrættisleggjast. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við eini endurskoðan av miðnámsútbúgvingunum í Føroyum. Eitt nú hevur ætlanin verið, at tríggjarr miðnámsdeplar skulu byggjast, har næmingarnar hava møguleika, at partvíst samanseta sína egnu útbúgving.
Endamálið er eisini, at næmingarnir skulu hava fleiri lærugreinir at velja ímillum.
Í gjár og í dag hevur Helena Dam á Neystabø verið á fundi við Gjógv við embætisfólkum úr Mentamálaráðnum, og skúlastjórum og skúlaleiðarum kring landið, fyri at fáa hetta álitið klárt til at leggja fyri Løgtingi
- Vit hava havt tveir gevandi arbeiðisdagar við Gjógv, og vónandi fáa vit eina semju um, hvussu Miðnámsdeplarnar skulu uppbyggjast, sigur Helena Dam á Neystabø.
Fundurin verður liðugur seinni í dag, og tá verður greitt, hvussu langt hetta arbeiði er komið, og nær miðnámsdeplarnar verða til veruleika.