Tað eru nøkur ár síðani at vit settu okkum fyri at hava eina null-hugsjón fyri ferðsluvanlukkur.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at tað skal eisini vera málið fyri vanlukkur á sjónum, soleiðis at ongin doyr ella fær álvarsamt mein á sjónum. Í hesum sambandi heldur hann, at vit skulu hava strangari heilsu- og trygdarásetingar á sjónum, fleiri trygdarvenjingar umborð, betri tilbúgving á sjógvi og landi, betri eftirlit og samstundis skulu vit fara undir eina sanna herferð fyri at broyta hugburðin til trygdina.
- Vit vita, at tilbúgvingin ikki er nøktandi. Tað er fleiri ferðir ávíst, t.d. at tyrlan ikki hevur verið tøk, hetta má ikki henda.
- Vit vita, at bjargingartyrlan hjá okkum skal til eftirlit o.t. sum ger, at hon ikki altíð er tøk. Tí heldur hann, at vit noyðast at fáa eina bjargingartyrlu afturat.
- Tað er eisini neyðugt at fáa lógarásetingar um at herða trygdina og heilsuna á sjónum.
Vinnumálaráðið arbeiðir við at seta altjóða sáttmálan um arbeiði á sjónum MLC hjá ILO í gildi í Føroyum.
- Hetta er eitt gott stig rætta vegin, men hetta er ikki nóg mikið.
Hann mælir til at hendan null hugsjónin verður sett í verk í samstarvi ímillum manningarfeløgini, reiðarafelagið, politiska myndugleikan, tilbúgvingina og skipaeftirlitið.