Skulu hava fakfólk at ráðgeva um heilsuverkið

Arbeitt verður nú við at stovna ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal ráðgeva myndugleikum í sambandi við heilsuverkið

Vit eiga at fáa ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal ráðgeva myndugleikunum í málum, sum viðvíkja heilsuverkinum. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað gongur við arbeiðnum at samskipa heilsuverkið.

Í hesum sambandi kann nevnast, at bæði læknar, sum heild, og onnur, hava leingi funnist at, at  Heilsumálaráðið hevur ongan heilsufakliga myndugleika, sum kann ráðgeva politiska myndugleikanum, og fyrisitingini í sambandi við heilsuverkið.

Tey halda, at hetta ein av stóru trupulleikunum í heilsuverkinum, og tað heldur Sirið Stenberg eisini, at vit eiga at fáa.

– Eitt sera týdningarmikið stig, ið eigur at takast fyri at tryggja okkum eitt gott og tíðarhóskandi heilsuverk í Føroyum, er at fáa ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, sigur hon. Tí arbeiðir hon við eini ætlan um at fáa skipa ein Fólkaheilsumyndugleika.

– Tað er tørvur á einum sterkum fakmyndugleika á heilsuøkinum í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at tískil er ætlanin at skipa ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum.

Eftir ætlan skulu Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu húsast hjá Fólkaheilsumyndugleikanum. Stovnurin skal hava til uppgávu at veita landsstýrinum, kommunum og almennum myndugleikum, eina holla ráðgeving í heilsufakligum spurningum.

Harumframt er ætlanin at yvirtaka Landslæknan , so hann verður eisini ein av Fólkaheilsumyndugleikanum.