-Veðurtænastan skal á føroyskar hendur, og ein føroyskur veðurstovnur skal setast á stovn. Tað hevur nýggi landsstýrismaðurin í tilfeingismálum sett sær fyri Torbjørn Jacobsen sigur við Kringvarpið, at einki annað land hevur meiri brúk fyri eini vælvirkandi veðurtænastu enn Føroyar. Hann hugsar um fiskivinnuna og flogferðsluna.
Tí hevur hann sett sær fyri at kanna, um tað ber til at fáa játtan til ein veðurfrøðing á fíggjarlógina fyri 2008.
-Eg fari at royna at byrja hetta málið sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin.
Veðurtænasta er eitt av málsøkjunum, sum skal yvirtakast sambært samgongskjalinum.