Tórshavnar kommuna hevur í seinastu viku sent Innlendismálaráðnum hoyringsskriv viðvíkjandi uppskotinum til lóg um undirsjóvartunnil undir Skála- og Tangafjørðinum, sum lagt er fyri løgtingið. Kommunan mótmælir millum annað, at kommunali byggimyndugleikin er heilt settur til viks í hesum máli, har Tórshavnar kommuna ikki so frægt sum er hoyringarmyndugleiki.
- Mann kann heilt einfalt ikki bora ein tunnil úr Eysturoynni til Havnar og vænta, at Tórshavnar kommuna skal taka ímóti allari ferðsluni og byggja og tillaga alt kommunala veganetið til broytingarnar. Í løgtingslógaruppskotinum verður staðfest, at partafelagið, sum skal gera tunnilin, bæði skal gera og gjalda útreiðslurnar til umleggingar av landsveganetinum. Men onki orð verður grett um at geva kommununi javnbjóðis rættindi og halda hana fíggjarliga skaðaleysa, staðfestir Tórshavnar Kommuna.