Skulu halda meiri upp á bóltin

Brian Kerr var ikki so lítið nøgdur við føroyska avrikið í 1. hálvleiki, tá ið hann í steðginum hitti føroyska liðið.

Tá ið spælararnir og leiðararnir vóru á veg aftur á vøllin, hitti Rás2 Abraham Løkin, sum er ein av hjálparvenjarunum:

- Vit eru ikki so lítið nøgdir við avrikið higartil. Brian Kerr ráddi í steðginum sínum spælarum til at vera meiri tolnar og ikki so skjótt at sleppa sær av við bóltin. Tað ræður um at spæla og ikki at sparka langt, segði Abraham Løkin.

Í føroysku leguni verður tað sjálvandi hildið at vera sera óheppið, at tað longu í 1. hálvleiki var neyðugt at skifta tveir spælarar út, tí teir vóru skaddir.