- Tað vísir bara tað, at hóttanirnar síggja út til at fáa beinleiðis ávirkan á okkara framferð her í Føroyum, og tað ger málið uppaftur álvarsligari, sigur Høgni Hoydal, um tað, at grindaformenn og sýslumenn hava latið grindir sleppa seinastu vikurnar, heldur enn at halda teimum til.
- Vit mugu altíð at halda grind til eftir okkara vanligu reglum og við teimum vanligu atlitunum og eiga ikki at lata hóttanirnar um uppílegging vera avgerandi fyri, um vit halda grind til ella ikki, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Høgna Hoydal í tíðindunum hjá Rás 2
Høgni Hoydal hevur nú lagt seg upp í kjakið um Sea Shepherd og heldur, at føroysku myndugleikarnir skuldi verið nógv strangari og forða teimum, at yvirhøvur koma til Føroya.
- Um fólk koma til Føroya fyri at fremja ólógligheitir ella steðga rættindunum hjá fólkinum í Føroyum, jamen, so eru tey ikki ynskt í landinum, og so átti man at gjørt tað man kundi fyri at forða fyri at tey yvirhøvur koma til landið, sigur Høgni Hoydal við Rás 2.
Les eisini Skuldu noktað Sea Shepherd til Føroya
- Tað hevði neyvan komið fyri í nøkrum øðrum landi, at fólk sum beinleiðis siga, nú koma vit til hetta landið við tí endamáli, og hótta við ólógligheitum, so hevði tað ikki gingið so einfalt at komi inn, bæði við fólki og ikki minst við útgerð, sum kann elva til álvarsligar trupulleikar í Føroyum, sigur Høgni Hoydal í samrøðuni.
- Eg meini í veruleikanum, at tað átti at verið heimild til, sum eg dugi at meta tað, at hvis fólk hótta við at gera ólógligheitir og leggja seg út í rættindi hjá fólki í einum landi, so eigur tað, sum eg dugi at lesa lóggávuna, sum eg meti lóggávuna, so átti tað at verið møguleikar fyri eisini at tað fekk avleiðingar, so man ikki fekk ta støðuna nú, at fólk sum eru í landinum siga seg beinleiðis vilja fremja ólógligheitir, sigur Høgni Hoydal millum annað.