Skulu granska innan panikk

Ílegusavnið er farið í holt við verkætlan, har granskað verður innan panikksjúku ella panikkangist Í tíðindaskrivi verðu rsagt, at ætlanin er seinni at fara í holt við verkætlanir innan skisofreni, manio-depressiva sjúku og alkoholismu.

Kliniskur ábyrgdarhavi og kontaktpersónur í føroyska heilsuverkinum er: Gunhild Isfeldt, lækni, sum hevur Sofus Joensen, lækna sum hjálpara.

Granskingarleiðari í verkætlanini er August G. Wang, yvirlækni á psykiatrisku deild, Amager Hospital. Onnur í granskingarbólkinum eru: Hans Atli Dahl, PhD, ílegugreinari hjá Amplexa Genetics og Odense Universitetshospital, Torben Kruse, professari innan genetik, Odense Universitetshospital og Ole Mors, professari innan psykiatri við Psykiatrisk Hospital Århus.

Verkætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum. Verkætlanin verður framd í samstarvi við Ílegusavnið, sum er ein samskipandi stovnur innan føroyska heilsuverkið, ið byggir upp ættarbandsskrá, diagnosuskrá og vevnaðarskrá, og viðgerð umsóknir um at granska í ílegum hjá føroyingum.

Luttakararnir, sum hava ella hava havt panikksjúku, verða funnir innan føroyska heilsuverkið, við kontakt gjøgnum kliniskan ábyrdarhavara. Spurningar verða settir hvørjum luttakara eftir einum stuttum skema, sum verður rópt PSE (present state examination), umframt at lítil blóðroynd verður tikin ! Herfrá verður DNA isolerað, og verður DNA?ið nýtt til tær víðari kanningarnar. Leita verður eftir DNA økjum, sum sjúklingar hava meira eins í mun til kontrolpersónar. Innan hesi økið verður so leitað eftir ílegum, bæði kendum og ókendum.