Í svari til fyrispurning frá Poul Michelsen slær løgmaður fast, at Vága- og Norðoyatunnilin skulu gjalda bæði lániskuld og stovnsfæ aftur, áðrenn talan kann gerast um av avhenda tunlarnar til landið.
Fyrispurningurin frá tingmanninum hjá Framsókn kom í kjalarvarrinum av grein frá Jákupi Mikkelsen, sum segði ongan iva vera um, at tá skuldin hjá ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum er afturgoldin, skulu feløgini avtakast.
- Eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.
- Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, svarar løgmaður millum annað til fyrispurningin frá Poul Michelsen.