? Tað er heilt ófatiligt, at Rás 2 kann hoyrast so væl, og vit als ikki hoyra Útvarp Føroya, sigur Sigurd Johannesen av Oyrarbakka.
Hoyrilíkindini hjá Útvarp Føroya eru so vánalig í Sundalagnum, at Sigurd Johannesen heldur velur at lurta eftir Rás 2.
? Tú hoyrir útvarpið, men um ein bilur verður parkeraður beint við húsini, so noyðist tú út at flyta bilin. At lurta í stereo ber als ikki til. So suðar tað bara í tólinum, greiðir Sigurd Johannesen frá.
Klagað fyrr
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Sigurd Johannesen klagar um vánaligu hoyrilíkindini. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann vart við seg, og noktaði at gjalda útvarpsgjald. Fleiri brøv vórðu send til útvarpið, og hann var eisini í fjølmiðlunum við hesum málinum.
? Eg endaði í rættinum, og varð dømdur til at gjalda útvarpsgjald. Teir pantsettu húsini, og løgreglan hevur eisini verið eftir mær fleiri ferðir. Nú gjaldi eg fult gjald, men eg havi goldið hálvt gjald í eina tíð, greiðir ónøgdi lurtarin frá.
Men tað er ikki við góðum vilja, at Sigurd nú rindar útvarpsgjald.
? Eg varð noyddur til tað. Myndugleikarnir standa ov sterkir í hasum málinum. Sambært tí, sum Útvarp Føroya sigur, so er tað Telefonverkið, sum stendur fyri sendarunum, og eg haldi, at útvarpsstjórin átti langt síðani at tikið í nakkan á teimum, heldur Sigurd Johannesen.
Byrjar aftur
Tá Sigurd varð dømdur at gjalda útvarpsgjald, gav hann skarvin yvir orsakað av persónligum ávum. Og enn hevur hann ikki havt orkuna til at taka arbeiðið uppaftur. Men tað ætlar hann sær. Spurningurin er bara nær.
? Eg varð noyddur at gjalda útvarpsgjald, so tað ikki gjørdist til eina alt ov stóra upphædd, sum eg skuldi rinda. Men tað er bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi eg haldi áfram við at gjalda, sigur Sigurd, sum leggur afturat, at sjónvarpið er blakað út, tí Sjónvarp Føroya sæst eisini alt ov illa.