Skulu gjalda 10 milliónir fyri koronukanningar - í tvær vikur

Pengarnir eru uppi og tí má løgtingið upp í eina ferð afturat

Sum vit áður hava skrivað, er játtanin til koronukanningar í sjúkrahúsverkinum, uppi. Tískil hevur tað verið óvist, hvussu verður við kanningunum restina av árinum. Men tann óvissan er nú burtur, tí nú hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann biðjur Løgtingið samtykkja at játta 10 milliónir krónur afturat til koronukanningar. Hetta er tað, sum mett verður, at koronukanningarnar fara at kosta restina av árinum.

 

Farsóttarnevndin hevur gjørt av, at øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Kanningin er ókeypis hjá fólki og tað merkir, at so er tað landskassin, sum rindar. Hesar tvær vikurnar, sum eru eftir av árinum, verður mett, at tað fer at kosta 2,5 milliónir at kanna øll tey, sum koma til Føroya, fyri koronu.

 

Men, sum sagt er játtanin hjá sjúkrahúsverkinum eisini uppi, men samstundis verða nógv fólk smittað við koronu hvønn einasta dag. Tí verður mett, at hetta er ikki rætta stundin at avmarka kanningarnar og av tí sama hevur Jørgen Niclasen biðið Løgtingið játta 7,5 milliónir afturat, so at kanningarnar á sjúkrahúsverkinum kunnu halda fram ótarnaðar. Sostatt fara kanningarnar at kosta 10 milliónir afturat restina av árinum.

 

Tað er ein dýr søga fyri landskassan, at so nógv fólk lata seg kanna fyri koronu og tískil hevur Løgtingið heitt á landsstýrismannin at gera leiðreglur fyri, nør fólk skulu fara á sjúkrahús at lata seg kanna, og nær fólk eiga at kanna seg sjálvi við snar-kanningum.

 

Tað merkir, at fólk, sum vilja kannast, bara tey fara til okkurt tiltak, ella tí at arbeiðsplássið krevur tað, skulu brúka snarkanningar, tí sjúkrahúsverkið skal ikki kanna frísk fólk, sum tikið hevur verið til. Sostatt eru tað bara tey, sum føla nakað á sær, ella sum hava verið í samband við onkran, sum hevur koronu, sum skulu fara á eitt sjúkrahús at lata seg kanna. Sí talvuna niðan fyri.

 

##med2##