Fríggjadagin tann 14. mai næsta ár verður hátíðardagur í danska kongaríkinum, tí tá verða Fríðrikur krúnprinsur og Mary Donaldson vígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn.
Tað kunngjørdi kongshúsið fyrrapartin í gjár. Samstundis varð fráboðað, at tað verður biskuppurin í Keypmannahavn, Erik Norman Svendsen, sum skal víga tey bæði.
Fríðrikur krúnprinsur og avstralska unnusta hansara vórðu alment trúlovað í gjár, eftir at Margretha drotning hevði kunngjørt fyri stjórnini, at hon hevði játtað teimum at ganga í hjúnalag. Frammanundan hevði hon boðað forsætisráðharranum frá avgerð síni, og týsdagin kunnaði hann Fólkatingið um tað.
Á middegi í gjár komu tey bæði út á svalan á Amalienborg og vístu seg fyri fyrstu ferð alment fyri danska fólkinum. Seinnapartin var tíðindafundur, og í gjárkvøldið vóru tey bæði til døgurða saman við hinum í kongshúsinum, stjórnini, formanninum í Fólkatinginum og formonnunum í teimum politisku flokkun-um.
Mary Donaldson er limur í presbyteronsku kirkjuni, men hevur játtað at fara upp í ta evangelisku luthersku kirkjuna. Hon er bæði avstralskur og bretskur ríkisborgari, men hevur søkt um danskan ríkisborgararætt. Hóast mary Donaldson nú er trúlovað danska krúnprinsinum, fær hon einki heiti. Tað verður ikki fyrr enn, tá tey giftast. Tá verður hon Mary krúnprinsessa.










