Við tí fyri eyga at menna tingfólk og at gera tey til betri lógarsmiðir, fær nú hvørt tingfólk 30.000 krónur í part sum stuðul til førleikamenning.
Henda upphædd stendur á verandi løgtingsfíggjarlóg, og arbeiðið at gera eina reglugerð fyri, hvussu hesin stuðul skal umsitast og brúkast, er nú liðugt, so klárt er at fara í gongd.
- Tingfólk koma úr ymiskum heraðshornum og hava ymiskar førleikar, tá tey verða vald, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, við Rás 2. Tí hevur umsitingin ynskt at fáa eina skipan í lag, sum kann gera løgtingsfólk til so góðar lógarsmiðir sum gjørligt og soleiðis fáa eitt so gott tingarbeiði sum gjørligt.
Peningurin kann nýtast til løgfrøðiliga, búskapaliga ella miðlahjálp, umframt at tað er gjørligt hjá tingfólki at nýta peningin at fara á viðkomandi ráðstevnur, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Páll á Reynatúgvu.