Hóast málið ikki var endaliga avgreitt, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, so bendi alt á, at Telegrafstøðin kemur at húsa MRCC-støðini.
Landsstýrið skuldi viðgera málið einaferð enn á fundi í gjár, og tilmælið frá Fiskimálastýrinum er tað sama, sum tað hevur verið alla tíðina. Fiskimálastýrið eigur at keypa Telegrafstøðina fyri 20 milliónir krónur frá Føroya Tele, og MRCC-støðin skal so hava innivist har.
Liggur væl fyri
MRCC stendur fyri Maritime Rescue and Coordination Center, og sum ein sovorðin miðstøð í samband við bjarging og samskipan er bygningurin sera væl egnaður. Har er góð útgerð og gott pláss, og harafturat liggur bygningurin væl fyri. Ikki er langt til aðrar almennar myndugleikar so sum løgregluna, politisku skipanina og sjúkrahúsverkið. Frammanundan er Tórshavn Radio í bygninginum, og Tórshavn Radio er ein týdningamikil liður í MRCC-tilbúgvingini. Ætlanin er so, at Fiskiveiðieftirlitið og sostatt eisini Vaktar- og bjargingartænastan skulu húsast í Telegrafstøðini saman við Tórshavn Radio.
Fiskimálastýrið hevur kannað aðrar hølismøguleikar, men niðurstøðan er, at eingin er líka væl egnaður sum Telegrafstøðin. Alternativið er at lata bretar taka sær av MRCC-tilbúgvingini úr Aberdeen, og hetta er ikki ein loysn sum hóvar hvørki Fiskimálastýrinum ella Landsstýrinum sum heild.
Langt eftir á mál
Verður Telegrafstøðin vald sum miðdepil fyri MRCC-tilbúgvinina, so skulu føroysku myndugleikarnir gera skjótt av fyri at fáa støðina klára til 1. apríl. Tann dagurin er evstamarkið ? tá skulu føroyingar vera til reiðar við tilbúgvingini. Eru teir ikki tað, so verður helst eingin oljuboring í Føroyum í summar. Oljufeløgini skulu eftir ætlan seta borin í í juni, og tað gera tey ikki, um føroyingar ikki hava fingið síni viðurskifti í rættlag.
Ætlanin er, at øll starvsfólkini, sum skulu manna MRCC-støðina skulu vera sett í seinasta lagi 15. februar. Tey skulu útbúgvast til at arbeiða á støðini, og hendan útbúgvingin byrjar 19. februar. Starvsfólkini skulu eisini á venjing í Bretlandi, og avtalan um at venja føroysku starvsfólkini, sum er gjørd við MRCC-Aberdeen, kann neyvan útsetast.
Í triðja lagi skulu starvsfólkini hava royndarvenjingar, og hesar verða eftir ætlan í mars. Tá skal útgerðin á støðini eisini royndarkoyrast. 1. apríl skulu starvsfólkini hava lokið neyðugu útbúgvingina og støðin klár at taka í nýtslu.
Eftir hetta skal MRCC-støðin luttaka í venjingum saman við føroyskum myndugleikum og samstarvsfeløgum, og síðani verður ein sokallað full-scale venjing, har allir myndugleikar og oljufeløgini luttaka.
Undir somu lon
Verður avgerðin um at keypa Telegrafstøðina tikin nú, so roknar Fiskimálastýrið við, at støðin verður klár, tá ið oljufeløgini fara undir royndarboringarnar í juni. Annars mugu bretar taka sær av tilbúgvingini, og tá er vandi fyri, at annað virksemi eisini endar í Bretlandi, stúrir Fiskimálastýrið fyri.
Fiskimálastýrið vísir eisini á aðrar fyrimunir við at keypa Telegrafstøðina. Í løtuni húsast Fiskimálastýrið og stovnar undir Fiskimálastýrinum í trimum ymsum bygningum. Ætlanin er harumframt at yvirtaka Skipasýnið, sum eisini skal hava innivist onkrastaðni. Fiskimálastýrið heldur, at Telegrafstøðin við uppí- og umbygging kann húsa øllum virkseminum hjá stýrinum.
- Hervið kunnu 3 leigumál sigast upp, og óneyðugt verður við einum 4. leigumáli at húsa Skipasýninum, vísir Fiskimálastýrið á.
2 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til tilbúgving í ár, og í eykajáttanarlógini biður Landsstýrið um 20 milliónir krónur afturat til at keypa Telegrafstøðina fyri.