Beinanvegin sáttmálasamráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnar eru lidnar, verður farið undir samráðingar um at gera eina seravtalu fyri Faroe Pelagic. Tað er stendur í semjuni, sum leiðslan á virkinum øðrumegin og Føroya Arbeiðarafelag, Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, gjørdu í kvøld.
Og sum vit greiða frá longur niðri á Portalinum, er arbeiðssteðgurin sostatt avblástur, eftir at arbeiðsfólkið á virkinum hevur góðtikið semjuna.
Ingeborg Vinther sigur, at eftir semjuni fær arbeiðsfólkið eisini lønina, sum tey eiga til góðar, eftir at virki ikki hevur goldið teimum sáttmálasettu lønina.
Tað er ikki greitt enn, hvussu stór eftirstøðan er, tí tað er ikki roknað út enn.
Men tá ið lønarsamráðingarnar eru lidnar verður farið undir at gera eina seravtalu fyri virkið.
Tað eru ikki umstøður at gera hana mitt í samráðingunum við arbeiðsgevararnar.
- Talan er um eitt virkið við eini serligari arbeiðsrútmum tí tá ið skip eru inni, verður arbeitt alt samdøgurið í tveimum 12 tíma vaktum.
Og ein slík arbeiðsrútma hóskar ikki inn í vanliga sáttmálan og tískil skal seravtala gerast.
Ingeborg Vinther sigur, at tað er ikki óvanligt at gera seravtalur sum hesar, eitt nú í sambandi við tunnilsarbeiði, har tað eisini ofta verður arbeitt 12 og 12 tímar.
Í slíkum førum verður so lønin roknað út og roknað um, so at hon passar til eina vakt upp á 12 tímar.