Skulu góðkenna matin

Tilrættisleggjan av matvanum plagar vanliga at vera fastur partur av eini landsliðsferð, og í so máta er ferðin hjá kvinnulandsliðnum einki undantak. Ein trupulleiki hevur tó verið, at matarskráin sjáldan hevur fingið allar tær føroysku kvinnurnar at eta upp. Tað hevur fingið landsliðsvenjararnar at krevja frá køkinum, at innihaldið av øllum máltíðum skal góðkennast frá HSF hesar seinastu tríggjar dagarnar.